Magnus bloggar

Magnus bloggar

Um bloggin

Her verður av og á skriva stutt tekstbrot við innihaldi, ið hevur okkurt við tilfeingi at gera. Her fari eg at loyva mær at vera ógvuliga óítøkiligur, villur, provokerandi og kanska eitt sindur kretaivur viðhvørt. So vælsigna verið tykkum, ikki taka tað sum her stendur so tungt; men heldur sum undirhald ella whatever.

natúrfilosofi

TilfeingiPosted by Magnus Gaard Tue, February 19, 2013 20:24:19

Vitugi ravnurin

Ein av trupulleikunum við Darwinismuni er, at ástøðið ikki gevur hinum einstaka skapninginum, nakra ávirkan á sína egnu menning. Vit skulu bara fáa nógv avkom, so er okkara leiklutur í lívmenningini útinntur. Ein annar trupulleiki við Darwinismuni er, at okkara kensluliga samband við restina av náttúruni manglar frágreiðing. Eg eri sannførdur um, at okkara kensluliga samband við dýr og plantur er tengt at okkara evnið, at seta okkum sjálv í teirra stað. Jú meira dýr og plantur líkjast okkum, jú størri verður okkara samkensla við teimum. Tann vísindaligi hátturin at greiða frá fyribrigdum í náttúruni vekir ikki samkenslu við dýrum og plantum. Tað er t.d. strangliga bannað, at nýta teleologiskar frágreiðingar í náttúruvísindini. Ravnurin er ikki vitugur, og lógvin er ikki syrgin. Tey svara einans aftur uppá biokemisk og alisfrøðilig tekin í teirra umheimi.

Mikkjal á Ryggi skrivar í lýsingini av ravninum í Fuglabókini frá 1951

Ravnur er heldur vakur fuglur. Búni hansara skyggir bláur og grønligur. Flogið er lætt og bæriligt. Hann er sera vitugur og varin, flýgur altíð av reiðrinum áðrenn fólk nærkast”.

Mikkjal á Ryggi var sera áhugaður í náttúruni og skrivaði, umframt sálmar og yrkingar, eisini nógv um náttúruna. Tá ið tú lesur lýsingarnar hjá Mikkjal á Ryggi í fuglabókini, og eisini tær hjá Sverra Patursyni í Fuglar og fólk sæst ein inniligur og skaldsligur háttur at lýsa náttúruna, sum ikki sæst longur. Lýsingar av náttúruni eru nú á døgum oftast náttúruvísindaligar. Broytingin frá einum romantiskum til eina meira tøkniliga náttúruvísindaliga náttúruáskoðan er eftir mínum tykki sera áhugaverd og ikki lítið viðkomandi fyri lívfrøðingar nú á døgum.

Í eini tílíkari náttúruáskoðan, sum tann hjá Mikkjal á Ryggi er, verða dýr og plantur lýst við menniskjans eginleikum. Ravnurin er vitugur og varin, skrivar Mikkjal á Ryggi. Hesi orð, hóast ógvuliga sigandi og vøkur, mugu hóast alt vera ein beiskur biti í munninum á einum Ný-Darwinisti. Ein ravnur kann ikki vera vitugur og varin, dýr hava fyri so vítt onga ætlan við tí tey gera. Eginleikin, ið Mikkjal á Ryggi kallar at vera ”vitugur og varin” er einans tað, at nervalagið hjá ravni ikki finnur ró fyrr enn hann er komin burtur frá ein og hvørjum vanda í lúrir. Hvussu ber tað so til, at nervalagið hjá ravni er so hóskiligt, at tað ikki finnur ró fyrr enn ravnurin er tryggur? kundi onkur so av røttum spurt. Nú svarar ný-darwinisturin við vissu, at tað er orsaka av natúrligum úrvali (Natural selection). Um vit hyggja eftir ástøðinum hjá Darwin, er tað lívfrøðiliga margfeldi av verum í alskyns skapi og við alskyns eginleikum íkomið av einari ovframleiðslu av verum, sum allar kappast um búøkini har tær eru. Tað natúrliga úrvalið ruddar upp í ovframleiðsluni. Soleiðis doyðu allir teir ravnarnir pisuleysir, ið ikki høvdu eitt so miðvíst nervalag - ella skuldu vit sagt, vóru so vitugir. Natúrliga úrvalið fær á henda hátt tillagað allar verurnar á jørðini til tað livna og tað ólivna umhvørvið rundan um tær. Hettar er ein ómetaliga góð og hvøss frágreiðing - ongin ivi um tað; men tó hoyri eg til tey, sum ongantíð heilt hava funnið tankanum nøgdsemi í hesari frágreiðing, og trúgvi mær tá eg sigi, at alt sum nýmótans lívfrøðingar síggja av undrunarverdum fyribrigdum í náttúruni verður greitt frá á sama hátt. Ja! sjálvt fyribrigdi í menniskjalívinum. Tá ið politikarar gera ”cost benefit” analysur, ella ávísir politikarar royna, at gera sínar politisku grundgevingar til náttúrulógir í sínum óendaliga tosi um kapping og tillagingar. Politiska spekin hjá Adam Smith, sum áðurnevndu halda seg til, er í veruleikanum skriva í 1776, ið er meira enn 80 ár áðrenn Origin of species kom út. Og samfelagið Darwin livdi í var sera borgarligt og í ein stóran mun merkt av tonkunum hjá m.a. Adam Smith. Í staðin fyri at gera libralismu til eina náttúrulóg, hevði tað verið meira áhugavert og rættari, at hugt eftir, hvørja ávirkan samfelagið Darwin livdi í hevði á hansara hugsanir um náttúruna.

Orsøkin til, at eg ongantíð havi kunnað góðtikið frágreiðingina um natúrligt úrval sum einsamalla frágreiðing uppá menningina av lívinum á jørðini er einføld. Ovframleiðsla av lívverum, og kapping um pláss kann ikki hava verið til staðar, tá ið lívið íbirtist á jørðini fyrstu ferð. Ein rættulig menningarlæra má eisini kunna greiða frá, hvussu tað natúrliga úrvalið kom til, tí tað fær bert verið til, um dýr og plantur eru miðvís. Har má í øllum førum vera ein ella onnur stremban eftir at fáa avkom, um nakað skal verða at velja í . So kanska er ravnurin vitugur hóast alt.

Sæð í hesum ljósinum gerst tað natúrliga úrvalið ein konservativ heldur enn ein skapandi megi; sum ruddar upp í onkrari meira skapandi megi í náttúruni.